Politiski blaðstjórin á B. T. Henrik Qvortrup verður nýggjur ábyrgdarblaðstjóri á Ekstra Blaðnum. tað upplýsir JP/Politikens Hus í tíðindaskrivi.
57 ára gamli Qvortrup hevur áður verið politiskur viðmerkjari á Ekstra Blaðnu, eins og hann hevur verið redaktørur á TV2, blaðstjóri á Se & Hør og blaðstjóri á B. T.
Qvortrup sær blaðið »som indbegrebet af den fjerde statsmagt«, siguar hann í tíðindaskrivinum.
- Ekstra Bladet er - tá tað er rætt skrúvað saman – ímyndin av fjórða ríkisvaldinum. Ta støðuna ætli eg mæar at útbyggja enn meira.
– Eg gleði meg til at gera mína árvikan á ein miðil, sum skal verða uboð fyri tann stóra partin av dønum, sum í dag ikki kenna seg ummboðaðan í samfelagselituni, sigur hann.
Í tíðini á Se & Hør minnast vit hann fyri, at blaðið undir leiðslu hansara keypti sær viðkvæmar upplýsingar frá kendum fólkum gjøgnum ta sonevndu »tys-tys kelduna«, sum lak upplýsingar frá Nets.
Qvortrup var í 2016 dømdur fyri sín lut í málinum. Hann fekk tríggjar mánaðir frælsistøku við fótleinku og 200 tímar samfelagstænastu.
Tað viðmerkir JP/Politikens Hus eisini í tíðndaskrivinum, men Qvortrup sigur, at tað er eitt farið kapittul.
– Se & Hør-málið er størsta mistak í lívi mínu. Eg havi fingið mín dóm og hann er farin. Og tað er greitt, at eg havi lært nógv av mínum mistøkum, sigur hann.