Henrik Old slepti eini lítlari bumbu í Løgtinginum í dag, tá ið hann greiddi frá, hvussu hann ætlar at bora tunlar.
Samgongan hevur ætlanir um at gera fleiri tunlar og í hesum sambandi hevur Henrik Old havt tað sum eitt hjartamál at stovna eitt tunlatoymi undir Landsverki, sum skal gera tunlarnar til ymsar smábygdir.
Løgtingslimir í samgonguni hava havt tað fatan, at fyrsti tunnilin, hetta tunlasjakkið skuldi gera, var tunnilin til Dals, og síðani skuldi borast til Tjørnuvíkar.
Men í Løgtinginum í dag boðaði Henrik Old frá, at hann hevur givið Landsverki boð um, at bora til Fámjins fyrst. Hann sigur at nú á páskum fara umboð til Landsverk til Noregs eftir boriútgerð, og síðani er ætlanin at seta á at bora til Fámjins. Hann sigur at ætlanin er at fara undir arbeiðið í summar, og tá ið árið í ár er farið, skuldi tunnilin til Fámjins verið komin hálva leið.
Henrik Old sigur, at í Øravík er longu bæði verkstað og fólk, og tað er tað ikki í Húsavík og tí er tað nógv skjótari at sleppa framat at bora til Fámjins, sigur Landsstýrismaðurin. Byrja vit nú,er koyrandi ígjøgnum Fámjinstunnilin um tvey ár, ella í 2019.
Jónleif Johannesen, løgtingsmaður fyri Javnaðarflokkin, er sjónliga misnøgdur við avgerðina hjá landsstýrismanninum, tí hann sigur, at tað er ikki hetta, Løgtingið hevur samtykt. Hann sigur, at tá ið fíggarlógin varð samtykt, stóð í henni, at fyrsti tunnilin, sum tunlasjakkið skuldi gera, var tunnilin til Dals, og síðani skuldi tunnilin til Tjørnuvíkar gerast.
Tað er hetta vit hava samtykt, sigur Jónleif Johannesen. Eisini Hanna Jensen og Ruth Vang, løgtingskvinnur fyri Framsókn, undrast á framferðina hjá Henrik Old. Ruth Vang sigur, at fíggjarlógin er samtykt við teirri fortreyt, at tunnilin til Dals skuldi gerast fyrst, og so skuldi tunnilin til Tjørnuvíkar gerast.
Og hon sigur somuleiðis, at raðfylgjan kann ikki bara broytast úr leysum lofti og tí vil hon fegin hava greiði á málinum. Eg haldi bara ikki at síðsta orðið er sagt í hesum máli, sigur Ruth Vang.
Henrik Old sigur, at í Dali skulu friðingarmyndugleikarnir upp í og hann sigur rætt og slætt, at hann hevur ikki tol at bíða, til alt tað er avgreitt, tí tað fer kanska at taka alt hetta árið. Men hann sigur, at hann vil sleppa ígongd sum skjótast, tí hann hevur tol til at sita og bíða til næsta ár. Sostatt hevur hann givið Landsverki boð um um at fara undir at bora til Fámjins fyrst, og tað verður farið undir tað sum skjótast.