Gerhard Lognberg og Brandur Sandoy hava báðir givið ilt av sær í morgun, tá Teistin lá vegna tekniskt brek. Teir søgdu báðir, at tíðin var komin, at politiska skipanin fann eina loysn uppá trupulleikan tá Teistin lá, tí fólk sloppu ikki til arbeiðis um morgunin ella stóðu eftir á Gomlurætt.
Les eisini: Komið við einum skipi afturat beinavegin
Henrik Old, landsstýrismaður í samferðslumálum, sigur at arbeitt verður við at finna eitt fast avloysaraskip til strandferðsluna, men at fólk skulu ikki gera sær ov stórar vónir um eitt stórt skip.
- Vit hava einki avloysaraskip í dag. Tað verður arbeitt við at finna eina loysn, men hon er ikki klár, men eg kann ikki fara út at siga nakað áðrenn tað er nærri einum veruleika. Fólk skulu ikki rokna við eini bilferju, men heldur eini ferju, ið kann flyta fólk yvirum tá á stendur, sigur Henrik Old.
Landsstýrismaðurin í samferðslumálum sigur, at hóast tað verður ein stórur bati hjá sandoyingum at fáa ein tunnil, so fer tað eisini at verða so av og á, at hann fer at verða afturlatin í tíðarbilum vegna asfaltering, viðlíkahald og so víðari, so ein sleppur ongantíð heilt av við hesa støðuna.
Tað hevur verið nevnt, at Ternan kann verða eitt alternativ til Teistan tá tað er tørvur á tí, men tað sigur Henrik Old ikki bera til.
- Ternan kann ikki sigla í Skopunarfirði frá september til mei mánaða. Til tað krevjast nøkur loyvir, ið ikki eru at fáa uttan víðari og tað ber illa til at flyta Ternuna yvir í Skopunarfjørð uttan víðari. Um mann hevði eitt avloysaraskip, sum var eitt sindur størri enn Jósup, so kundi eisini røkt aðrar uppgávur sum at fara út í Hest eftir fólki um morgunin, um nakar er har, ið hevur bílagt ein túr, sigur Henrik Old.