Henrik Larsen tók oddasessin frá Holst

Lyngby tapti aftur í donsku 1. deild í gjár. Seinasta sunnudag mátti liðið lúta ímóti AGF, og hesaferð var liðið hjá Henrik Larsen, Køge, við yvirlutan ímóti Lyngby. Køge vann heimadystin 3-1, eftir at støðan í hálvleikinum var 1-1. Christian Lamhauge Holst spældi í álopinum hjá Lyngby allan dystin, men hesaferð eydnaðist ikki at skora. Lyngby mist við tapinum oddasessin í 1. deild, og nú liggja teym bæði feløgini, sum flutt niður úr superliguni seinasta kappingarár, AGF og SønderjydskE, fremst.