Hesi tíðindi ber heimasíðani hjá felagnum í morgun. Sum skilst er tað fíggjarligu trupulleikarnir hjá Køge, ið hava fingið Henrik Larsen at steðga. Í løtuni kann Køge ikki gera yrkissáttmálar við leikarar, og tað er Henrik Larsen ikki heilt nøgdur við. Tískil hava hann og Køge uppsagt sáttmálan, og Henrik Larsen leitar nú eftir nýggjum avbjóðingum. Á heimasíðu sínari takkar Køge Henrik Larsen fyri stóra arbeiði hann hevur gjørt fyri felagið seinnu árini.