Henrik Larsen blandar seg uppí

Køge, sum fekk hálvvánaliga byrjan í donsku 1. deild í ár, er nú rættiliga komið fyri seg, og felagið stevnir nú ímóti toppinum í næstbestu donsku deildini. Í gjár spældi Køge á heimavølli ímóti toppliðnum SønderjydskE, og liðið hjá fyrrverandi føroyska landsliðsvenjaranum Henrik Larsen vann 2-1. Hetta var fimti sigur hjá Køge á rað, og liðið liggur nú nummar trý – eitt stig aftanfyri oddaliðið Lyngby.