19 ára gamla Henrietta Nielsen, sum er partur av føroyska landsliðnum, hevur avrikað væl í Týsklandi seinastu tíðina, har hon spælir fyri felagið Flensburg TSB í fjórðbestu deildini. Um vikuskiftið hava Henrietta og liðfelagar hennara vunnið tveir liðdystir. Leygardagin vunnu tær 8-4 ímóti Neukölln Berlin og í gjár, sunnudagin, vunnu tær 8-3 ímóti Siemenstadt Berlin.
Var væl við
Henrietta, sum er uppvaksin í Fuglafirði, men havt sín borðtennisuppvøkst í Horsens í Danmark, spælir sum sokallaður 2-ari á liði hennara. Hetta merkir, at hon er styrkismett sum næstbest á liðnum og spælir nógvar dystir. Í báðum liðdystunum um vikuskiftið vann hon ein einmansleik, tapti ein og vann báðar dystir sínar í tvímansleiki. Eini dysturin, sum hon tapti tepurt 2-3, var ímóti týskari kvinnu, sum er styrkismett nr.20 í Týsklandi. Týskland metist at vera ein hin fremsta borðtennistjóðin í Evropa, so góðu úrslitini boða frá góðum.
Uppflyting í eygsjón
Tað hevur gingist væl hjá Henriettu og Flensburg TSB hetta kappingarárið. Higartil hava tær vunnið tríggjar dystir og bara tapt ein. Hetta merkir, at tær eru í topp fýra og hava uppflytingina til triðbestu deildina í eygsjón.
Henrietta býr í Husum í Týsklandi, har hon venur fýra tímar um dagin umframt at venja smærri børn í felagnum.
Hon plagar at ferðast heim til Føroya at luttaka í FM, umframt at hon er greitt sterkasti leikarin á føroyska kvinnulandsliðnum. Næsta uppgáva verður – um tær fáa mannað lið – HM í Tokyo komandi summar.