Henning Joensen í starvsvenjing á Sosialinum

Í viku 48 og 49 var Henning Joensen, sum gongur í 10. b í Vágs skúla, í starvsvenjing á Sosialinum. Henning er 15 ára gamal og spælir við dreingjum í bóltfelagnum VB

Henning Joensen úr Vági var í starvsvenjing á Sosialinum í tvær vikur, viku 48 og 49. Hann var við til nógv ymiskt saman við journalistum og myndamonnum, t.d. var hann í rættinum í samband við okkurt sakarmál, til sjónleik og á Sernámsdeplinum. Hann var eisini uttanfyri Havnina, hann var t.d. við ein túr í Vágum tá Bónus læt upp nýggjan handil í Miðvági.

Henning sigur, at honum dámdi sera væl á Sosialinum. Samanhaldið millum starvsfólkið var gott og stuttligar viðmerkingar fuku alla tíðina millum borðini á redaktiónini.

Hóast starvsfólkini høvdu nógv at gera, serliga áðrenn deadline, kendi hann seg vælkomnan og fekk fleiri uppgávur at arbeiða við.

Henning hevur lovað at støkka inn á gólvið á Sosialinum, næstu ferð hann kemur til Havnar.