Karis í Liða og Poul á Dul Olsen vóru farin ein túr á Summarfestival í góðveðrinum í dag. ?Her er super hugnaligt,? sigur Karis ?Veðrið er ótrúliga gott, og man møtir eini rúgvu av fólki, sum man ikki møtir til dagligt.?
?Tónleikurin er fínur og blandaður. Eitt nú spældu og sungu Shu-Bi-Dua heilt ótrúliga væl í gjár. Hóast eg ikki kenni nakað til teir, so helt eg, at teir vóru øgiliga góður,? sigur Poul.
?Í kvøld fari eg at standa fremst við upplyftum ørmum og skríggja til allar sangirnar hjá Westlife. Tað verður so kul. Eg ætli mær at fara oman á bøin ein tíma áðrenn fyri at fáa pláss fremst,? sigur Karis flennandi, sum væntandi fær harða kapping frá øðrum gentum, ið eisini vilja standa fremst.
?Eg ætli mær at standa aftast,? sigur Poul og prikar til Karis.
?Nei tvætl, eg fari at standa onkra staðnis og lurta. Annars dámdi mær ótrúliga væl Rógva Jakobsen hósdagin. Hann var breathtaking. Eitt ótrúligt talent,? sigur Poul at enda.