Bretski Harry prinsur skal giftast við amerikonsku sjónleikarinnuni Meghan Markle. Tað boðar skrivstovan hjá Charles prinsi frá í dag.
Brúdleypið verður á vári 2018. Harry prinsur er nummar fimm í røðini til bretsku trúnina. Hann er 33 ára gamal, sonur Charles prins og Dianu prinsessu. Meghan Markle er 36 ára gomul og er best kend fyri sín leiklut í sendirøðini Suits. Har er hon sakførari.
- Harry prinsur hevur boðað Drotningini og hinum familjulimunum frá, at hann skal giftast. Harry Prinsur hevur eisini biðið um vælsignilsi frá foreldrunum at brúðrini, stendur í tíðindaskrivinum.
- Drotningin og hertugin av Edinburgh eru fegin um tíðindini og ynskja parinum alla eydnu, stendur at lesa í tíðindaskrivi frá Buckingham Palace.
Prinsurin og komandi prinsessan fara at búgva í Nottingham Cottage í Kensington Place í London. William prinsur og Kate prinsessa búgva saman stað.
Harry og Meghan hittu hvønn annan í mai 2016 í Toronto í Kanada, har Meghan Markle býr í dag. Pápi hennara er hvítur, meðan mammam er myrk. Fyri nøkrum mánaðum síðani hartaði Harry Prinsur miðlarnar og atferð á sosialu miðlunum móti Meghan, sum vóru av rasistiskum slag.
/ritzau/Reuters