Hendan stjørnan hevur meldað fyri kynsligan ágang

Løgreglufólk í New York og í London hyggja nærri at gomlum ákærum um seksuellan ágang móti filmsframleiðaranum Harvey Weinstein. 

 

 

Hetta hendir í kjalarvørrinum av, at yvir 30 kvinnur hava ákært Weinstein fyri óhóskandi atburð. Peter Donald, talsmaður hjá løgregluni í New York City segði í gjár, sambært ritzau, at man nú er farin at kanna gamlar ákærur, men enn er einki komið til sjóndar. 

 

 

Løgreglan hyggur tó nærri eftir einum málið frá 2015, sum snýr seg um eina italska modell, sum Weinstein skal hava gjørt seg inn á. Løgreglan í New York hevur fingið boð um at tosa við øll tey, sum møguliga eru offur fyri ágangi frá Weinstein. Løgreglan heitir somuleiðis á aðrar kvinnur, sum hava kent seg fyri ágangi frá filmsframleiðaranum, um at stíga fram. Løgreglan í London er eisini farin inn í gamlar ákærur - millum annað eina neyðtøku í London í 80'unum. 

 

 

Umleið 30 kvinnur hava sagt, at Weinstein hevur gjørt seg inn á tær. Her er ein listi yvir tær kendu og minni kendu kvinnur, sum hava traðkað fram. 

 

 

* Sjónleikari/framleiðari Angelina Jolie.

* Sjónleikari, Ashley Judd.

* Sjónleikari, Gwyneth Paltrow.

* Modell og sjónleikari Cara Delevingne.

* Sjónleikari Kate Beckinsale.

* Sjónleikari Léa Seydoux.

* Sjónleikari Rose McGowan.

* Sjónleikari Heather Graham.

* Sjónleikari/framleiðari Asia Argento.

* Sjónleikari Rosanna Arquette.

* Sjónleikari Jessica Barth.

* Modell Zoë Brock.

* Sjónleikari Emma de Caunes.

* Sjónleikari Dawn Dunning.

* Modell Ambra Battilana Gutierrez.

* Fyrrverandi sjónleikari Louisette Geiss.

* SjónleikariJudith Godrèche.

* Sjónleikari Katherine Kendall.

* Fyrrverandi skrivari Emily Nestor.

* Fyrrverandi hjálparfólk Lauren O'Connor.

* Fyrrverandi starvsfólk Laura Madden.

* Sjónleikari Tomi-Ann Roberts.

* Journalistur Lauren Sivan.

* Sjónleikari Mira Sorvino.

* Sjónleikari Lucia Stoller.

* Sjónleikari Claire Forlani.

* Sjónleikari Romola Garai.

* Stjóri Louise Godbold.

* Listafólk og rithøvundur Liza Campbell.

* Sjónleikari Florence Darel.

* Sjónleikari Sophie Dix.

 

 

/ritzau/AFP/AP