Hendan nýggjárs-rakettin er vandamikil

– Hon er eisini seld í Føroyum, men hevur tí eina sovorna, skalt tú ikki festa í fjúsið

Tað er ikki alt fýrverk, sum er so trygt, at tað er ráðiligt at skjóta tað.

Løgreglan í Føroyum sigur í kvøld, at Sikkerhedsstyrelsen í Danmark ávarar nú ímóti eini ávísari rakett, sum eisini er seld í Føroyum.

Løgreglan hevur tosað við tey flestu av teimum, sum innflyta fýrverk til Føroya og hevur biðið tey um at gevast at selja hesa rakettina.
Vandamiku rakettirnar eita "Outcast Missilraketter" og tær hava vørunummarið 331.6020, og batchnummarið er 201150-18.
Sikkerhedsstyrelsen sigur, at tey hava givið boð um, at sølan skal halda uppat, men eitt mistak er hent, so at forboðið er ikki hildið, og sostatt hevur rakettin verið seld kortini.

 

##med2##

Tann, sum hevur ein slíka rakett, skal ikki festa í hana, men lata inn aftur í handilin, haðani hon er keypt, ella koyra hana í skelliposan við vandamiklum burturkasti.

Ein feilur við henni er, at hon fer alt ov stutt upp frá, áðrenn hon brestir og gløðandi leivdir av henni detta niður aftur.

Tey siga eisini, at fjúsið hevur so leingi um at brenna, at nógv halda, at hon riggar ikki, og fara so til hana, áðrenn hon brestur.