Hendan myndin ferðast kring allan heim

Muslimsk kvinna noydd at lata seg úr burkini síni á baðistrond í Fraklandi.

 

Mongu yvirgangsatsókninar í Fraklandi í seinastuni, hava fingið myndugleikarnar at herða stríðið ímóti muslimskum súmbolum. Millum annað er tað bannað kvinnum at vera íklæddar sokallaðu burkinina, ið fjalur meginpartin av kroppinum.

 

Hetta fekk ein muslimsk kvinna at kenna, tá ið hon herfyri lá og »sólaði« sær í síni burkini á strondini í Nice. Strondin er í økinum Promenade des Anglais, har ein yvirgangskroppur á Bastille-degnum 14. juli í einum lastbili koyrdi beint inn í eina mannamúgvu og tók lívið av 85 fólkum. Fleiri av teimum dripnu vóru børn.

 

Kvinnan lá og svav, tá ið hon knappliga varð umgyrd av fýra løgreglumonnum. Teir vaktu hana og noyddu hana at lata seg úr eini turkis-litaðari tunika og burkinini.

 

Sambært fronsku tíðindastovuni AFP, var hon ílatin pløgg, ið vanvirða góða siðvenju og sekularismu. Hon varð noydd at fylgja boðunum frá politistunum og fekk eina bót fyri »brotsverkið«.

 

Tá ið løgreglumenninir fóru avstað aftur, klappaðu hinir baðigestirnir fyri politistunum og róptu ókvæmisorð eftir muslimsku kvinnuni.

Hægstirættur í Frankaríki staðfesti annars fríggjadagin, at franska burkini-forboðið er ólóglit.

 

Fleiri franskir býir høvdu annars sett í gildi forboð ímóti at ganga í burkini á strondunum eftir yvirgangsálopini í Frankaríki seinastu tíðina.

 

Avgerðin hjá Hægstarætti er ikki endalig, tí rætturin er enn ikki liðugur við løgfrøðisliga arbeiðið enn.