Hendan myndin bleiv seld fyri 430 milliónir

Talan er ikki um eitt vanligt listaverk

430 milliónir krónur. Tað fekk amerikanski listamaðurin "Beeple" fyri sítt listaverk "Everydays: The First 500 Days", sum bleiv selt á uppboðssølu í gjár.

Talan er um eitt sokallað krypto-listaverk. Hetta merkir, at tað ikki er eitt vanligt listaverk, sum mann kann hanga upp á veggin.

Listaverkið er nevniliga talgilt, og mann kann tí bara síggja tað á einari telefon, teldu ella øðrum tóli við einum skíggja.

Verkið er gjørt av óteljandi fílum, sum ger tað ógjørligt at kopiera verkið.

Eftir øllum at døma er krypto-list í menning, tí eftirspurningurin eftir slíkum verkum veksur.

Keyparin av listaverkinum "Everydays: The First 500 Days" er ókendur. 

Listaverkið "Everydays: The First 500 Days" sær soleiðis út:

##med2##