Hendan dystin skal Fólkaflokkurin ikki vinna

Rættilig ósemja hevur tikið seg upp í samgonguni ímillum Fólkaflokkin og Miðflokkin um gjaldið til Heilsutrygd.

Jákup Mikkelsen, sum er formaður fyri tingmanningini hjá Fólkaflokkinum, og Brandur Sandoy, tingmaður, hava staðfest, at teir taka ikki undir við, at gjaldið skal umskipast, soleiðis sum landsstýrismaðurin í heilsumálum, Karsten Hansen, ætlar.

Gjaldið til Heilsutrygd er nú 265 krónur um mánaðin, sama, hvat inntøkan er.??

Nú skal gjaldið broytast so, at øll rinda eitt fastgjald á 160 krónur um mánaðin og síðani 0,55% av skattskyldugu inntøkuni.?

Í Fólkaflokkinum eru kreftir, sum ikki vilja góðtaka, at gjaldið verður lagt í skattin.?

Sjálvur ger Karsten Hansen greitt, at hetta er ein avtala í samgonguna, eisini við Fólkaflokkin.?

Upprunaliga var ætlanin, at fasta gjaldið skuldi verða 150 krónur um mánaðin og síðani skuldu øll rinda 0,6% av skattskyldugu inntøkuni afturat.??

Men í evstu løtu varð tað fasta gjaldið hækka upp í 160 krónur um gjaldið yvir skattin varð lækkað niður í 0,55% og tað var eftir avtalu við formannin í Fólkaflokkinum.

Men Jákup Mikkelsen vísir aftur, at talan er um eina semju.

Hann sigur, at tað einasta, Fólkaflokkurin hevur góðtikið, er, at uppskotið verður lagt fram í Løgtinginum og so skuldi semja finnast um tað í Løgtinginum.??

Hann sigur, at gjaldið, sum er, skal halda fram og so skal tann neyðuga tíðin brúkast til at finna ein annan gjaldshátt, sum samgongan kunnu liva við.

- Hetta er eitt rættiliga prinsipielt mál, staðfestir hann.

- Landsstýrið kann ikki arbeiða so, at mál verða tveitt niðan í Løgtingið og so skal tað standa til andstøðuna at gera av, um tað verður samtykt ella ikki.

- Tað sigur seg sjálvt, at verður hetta arbeiðslagið, verður samgonguni ikki langt lív lagað.

- Men nú skulu vit nokk hjálpa landsstýrismanninum í heilsumálum burtur úr hesum, sigur Jákup Mikkelsen.

Men eftir tí, Karsten Hansen sigur, er hann ikki til at vika.

- Her snýr seg ikki um at hjálpa mær við nøkrum, sum helst.

Hann heldur, at tað er løgið, at nú skal neyðug tíð brúkast at finna semju, men Flatskatturin varð skrumblaður ígjøgnum, uttan at samgongan hevði tíð at bíða eftir nøkrum sum helst.

Hann sigur, at Fólkaflokkurin vann dystin um Flatskattin.

Men at dystin um Heilsutrygd skal flokkurin ikki vinna, staðfestir hann.

Tinglimir føra eisini fram, at eftir lógini er gjaldið til Heilsutrygd bara galdandi hetta árið afturat.

Og endar tað við, at Karsten Hansen tekur hetta uppskotið aftur, endar øll rokningin upp á 115 milliónir, í føvninginum á Jørgini Niclasen, landsstýrismanni í Fíggjarmálum.