Í 2002 komu 137 bøkur út í Føroyum. Hetta er nakað fleiri enn í 2001, tá 117 bøkur komu út. Heilar 79 bøkur vóru upprunaverk, í 2001 varð hetta talið 69.
Stóru forløgini í Føroyum eru Bókadeild Føroya Lærarafelags, sum gav 46 bøkur út í 2002, og Føroya skúlabókagrunnur, sum gav 26 bøkur út.
Heili 42,3 prosent av øllum bókum vórðu prentaðar uttanlands, vísir eitt yvirlit, sum Føroya landsbókasavn hevur gjørt. Talið var eitt vet hægri í 2001, men nakað lægri í 2000. Líkt er til, at prentingin er komin í eina fasta legu, tí fyri tíggju árum síðan í 1993 varð talið av bókum, sum vórðu prentaðar uttanlands, eisini 42,3 prosent.
Nógv flestu bøkurnar, sum komu út, vóru barna- og ungdómsbøkur í fjør. 53 bøkur vóru barnabøkur, 25 skúlabøkur komu út og yrkisbøkurnar taldu 47. Fimm skaldsøgur, eitt stuttsøgusavn og seks yrkingasøvn komu út í 2002.
Flestu bøkurnar komu út, tá tað nærkaðist jólum, men nakað frægari var tað við barnabókum.
? Av teimum seks upprunaligu føroysku barnabókunum vórðu fimm útgivnar á vári ? og ikki beint fyri jól, soleiðis sum nú tykist alt meiri vanligt. Hesum áttu fleiri at lært av, heldur Martin Næs, landsbókavørður.
Síðan tann fyrsta bókin kom út í 1822 eru 4306 bøkur útkomnar í Føroyum.










