Helvtin av toskinum á Føroyabanka er "defektur"

- At veiðitrýstið á Føroyabanka er ov stórt, er eingin ivi um. Nógv minni av stórum toski er uppi í veiðini í ár og umleið helmingurin av toskinum, vit fáa, er "defektur" ? á tann hátt, at munnklovin øðrum megin og viðhvørt báðumegin er skræddur av húki, sigur Mortan Johannesen, útróðrarmaður

Fiskivinna

Mortan Johannesen, eisini nevndur Mortan hjá Andriasi í Hvannasundi, hevur verið á sjónum, síðan hann var stórur smádrongur. Í nógv ár sigldi hann sum skipari, og mangir eru teir, sum hava verið saman við hesum fryntliga og positiva manni sum heldur einki vera ómøguligt. Mortan hevur eisini roynt seg í alivinnuni og framleiðsluvinnuni á landi, men seinastu árini hevur hann verið útróðrarmaður umborð á nýggjum báti, sum AWI-Boats í Runavík hevur bygt honum. Hetta er ein dreymur hjá mongum manni, sum sigldi øll síni bestu ár, og Mortani dámar ógvuliga væl lívið sum útróðrarmaður. Hann fiskar bara við snellu, og í fjør avreiddi hann fyri 600.000 kónur. Hetta er eitt gott ár, tá ið havt verður í huga, at snelluveiðan ikki er so dýr í rakstri.

"Defektur" toskur

Mortan Johannesen, sum bæði í fjør summar og í ár hevur roynt á Føroyabanka við snellu, heldur, at toskurin á bankanum er rættiliga illa fyri, hóast ríkiligt er at føði.
- Alt bendir á, at royndin á bankanum er ov stór. Veiðan er ikki hin sama í ár sum í fjør. Í fjør var eini 60-70% av veiðini 1?arar ella stórur toskur. Nakað var av 2?arum og lítið og einki av 3?arum. Í ár liggur parturin av tí stóra toskinum úr eini 10% og niður í einki. Hetta er ein rættiliga stór broyting frá einum ári til annað, vísir Mortan Johannesen á.
Hann hevur eisini heft seg við eitt undarligt fyribrigdi á Føroyabanka í ár í mun til onnur ár.
- Tað er ikki óvanligt, at tú fært fisk, sum hevur verið á húki áður. Hetta hendir av og á, og í fjør fekk eg eisini nakrar toskar á bankanum, sum hava verið á húki.
Men, sigur Mortan:
- Eg haldi, tað er ófrættakent at síggja toskin á bankanum í ár. Meira enn annar hvør toskur er skræddur í munnklovanum ? í minsta lagi øðrumegin og í fleiri førum báðumegin.
Hann vísir á, at toskurin er týðiliga merktur av, at royndin eftir honum er ov stór, tá ið meira enn annar hvør toskur er "defektur".
- Hetta havi eg í mínum langa lívi á sjónum ongantíð sæð áður, sigur Mortan.
Útróðrarmaðurin setir spurningin, hvat tað kann merkja fyri toskin, at vøddarnir í munnklovanum á einum so stórum parti av fiskinum eru skræddir.

Nógv føði

Vit spurdu, um fiskurin á bankanum hevur nóg mikið at eta.
- Ja, tað er sprenfult av føði á bankanum, og soleiðis var eisini í fjør summar. Líkt er tó til, at upsin hevur yvirtikið ein stóran part av grunninum. Tað er so nógvur upsi á bankanum, at vit, sum royna við snellu, mangan sigla undan honum.
Hann vísir á, at toskurin, sum er illa farin av húki, ikki er so rundur og feitur, sum hann átti at verið, nú honum ikki vantar føði. Hinvegin er upsin feitur, men smáttfallandi.
Mortan, sum hevur fingið manga fiskarúgvuna inn á dekkið í sínum langa lívi á sjónum, sigur, at hann ongantíð áður hevur sæð fisk so illa farnan, sum toskin á Føroyabanka.
- Hetta er eitt fyribrigdi, sum eg avgjørt haldi eigur at takast við í metingarnar av veiðitrýstinum.

Hálv miljón húkar

Útróðrarmaðurin vísir á, at royndin á bankanum er ógvuliga stór, serliga línuveiðan.
- Skipini draga skjótt, og tey draga at kalla í øllum veðri og næstan í øllum streymi. Tann stóri toskurin er tungur, og tá ið nógv stendur á, skrædnar húkurin úr munnklovanum.
Mortan vísir á, at alt síðsta summar, síðsta heyst, vetur og í gýtingartíðini stóðu ein hálv miljón húkar á Føroyabanka hvønn dag, 24 tímar um samdøgnið.
- Eg eri á ongan hátt ímóti línuflotanum, men tað er ein sannroynd, at hesir bátar eiga meginpartin av húkunum, sum stútt og støðugt standa á bankanum.
Hann sigur, at partrolararnir liggja eisini tætt uppat bankanum, og viðhvørt koma hesir upp á so grunt vatn, at toskur eisini er uppi í veiðini.
- Var eg umborð á einum av hesum trolarum, hevði eg eisini ligið so tætt upp at bankanum, sum eg kundi. Men spurningurin er, um støðan hjá toskinum ikki er rættiliga álvarsom, nú royndin hevur verið so stór í langa tíð, sigur Mortan Johannesen, sum hevur havt 33-fót stóra útróðrarbátin í stívliga tvey ár.
Honum dámar ógvuliga væl lívið sum útróðrarmaður.