Helvtin av sendi­­tilfarinum var íslendskt

Helmingurin av send­ing­unum, sum vóru í íslendska ríkis­sjón­varp­inum í fjør, var ís­lendskt senditilfar. Tað kom fram í sambandi við ein fyrispurning í Altinginum nú um dag­arnar.
Í svarinum frá menta­málaráðharanum stóð, at 50,7 prosent av tilfarinum, sum sjón­varpið sendi í fjør, var ís­lendskt, 26,1 prosent var av amerikonskum upp­runa, og 7,5 prosent var norðurlendskt til­far. Orsakað av kapp­ingar­viðurskiftum vildi ráðharrin ikki upplýsa, hvat sjónvarpið rindaði fyri tað amerikanska og tað norðurlendska til­farið.