Heidi Petersen, løgtingskvinna
Hvussu langt eru vit komin ávegis í demokratiseringsprosessini í Føroyum anno 2006 kunnu vit av røttum spyrja?
Hvussu langt ætla vit okkum at koma víðari í menningini av samfelagnum við visjón 2015, tá nærum helvtin av Føroya fólki er útihýst uppá forhond?
Hvussu skulu vit fáa fjølbroytni og nýhugsan inn í nakra ætlan tá visjónsbólkarnir eru mannaðir við 75 % monnum og bert 25 % kvinnum?
Hvussu ætlar Føroya løgmaður at náa málunum um heimsins fremstu tjóð 2015, tá hann gongur á odda í útihýsanini av helvtini av teimum menniskjaliga tilfeinginum vit hava í landinum? Við 7 monnum í landsstýrinum, sum hann sjálvur setur, 4 monnum í løgtingsins formansskapi, 7 monnum sum formenn fyri tingnevndirnar í løgtinginum, 6 monnum sum formenn í flokkunum á tingi, og vit kundu hildið á fram í einari langari røð afturat, og svarini vóru tey somu.
Hesar og nógvar aðrar spurningar kunnu vit seta landsins leiðara. Men vera teir svaraðir á nøktandi hátt? Neyvan. Onkur hissini undanførsla og seinast, ein nevnd sum skuldi stuðla uppundir øktan leiklut hjá kvinnum í politikki, har løgtingskvinna, sum var vald at standa á odda fyri arbeiðinum, mátti lata sessin frá sær, tí hetta var ímóti stýriskipanini. Um nakar politiskur vilji var at gjøgnumføra hetta arbeiði, so kundi løgtingið valt t.d. grein 25 nevnd at gera tað, men enn er onki hent.
Hvar er demokratiið ?
Tá spurt verður um vit á Føroya Løgtingi sleppa at taka støðu til hættir at bøta um kvinnuumboðanina í tinginum, verður hetta blankt avvíst. Bæði frá landsstýrismanninum, men eisini við breiðum stuðli frá tingmonnum. Altso í parlamentinum, sum hevur lægstu kvinnuumboðan í øllum Skandinavia, sleppa vit ikki ein gang at hava orðaskifti um og taka støðu til hvussu demokratii kann mennast og helvtin av Føroya fólki kann fáa størri politiska ávirkan.
Ikki fyrr enn kvinnur og menn í samfelagnum í felag síggja týdningin av at hava eina so fjølbroytta umboðan í valdsbýtinum sum til ber, kunnu hesi viðurskifti broytast.
Hvussu hetta kann gerast eru nógv boð uppá. Eitt uppskot er at gera Føroyar til eitt valdømi tí á tann hátt javnsetur tú allar atkvøðurnar í landinum og harvið bøtir tú um møguleikan hjá kvinnunum tí nú er tað hjá teimum stóru flokkunum í øllum førum 7 og 8 fólk sum vera vald, og uppá landsbasis eru altíð kvinnur millum hesi 7, 8 fólkini.
Ein annar háttur er at krevja at tað verður uppstilla javnt av báðum kynum á øllum listum til løgtingsval. Hetta verður eisini mett at bøtt um støðuna, men er kanska meira ivasamt.
Raðfesta valevnini á listunum hjá flokkunum áðrenn valið, verður gjørt í Íslandi við góðum úrslitið, og kundi kanska verið eina roynd vert.
Og so er eisini møguleiki at geva veljarunum tvær atkvøður í part, og hevði hetta verið eitt amboð at javna umboðanina í mun til atkvøðurnar.
Samanumtikið, er politiskur vilji at bøta um demokratiið, eru møguleikarnir nógvir, men fyritreytin er, at loyvt verður at skifta orð um henda spurning javnsett við aðrar politiskar spurningar í føroyska samfelagnum.










