Helt ikki Andrew gjørdi fríspark

(Ljóðsamrøða frá Rás2) Teit Jacobsen harmast tapið, men fegnast um góðu karmarnar til KÍ-HB dystin

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Tróndur Arge gjørdi á Rás2 við framrættaða miðvallaran hjá HB, Teit Jacobsen, aftaná 0-2 tapið hjá HB ímóti KÍ norðuri í Klaksvík.

 

Teit ásannar, at tað er alt annað enn nøktandi at tapa, men hann staðfestir, at sum uppliving var tað stuttligt at verða við til ein slíkan klassikkara á summarfestivalinum í Klaksvík. Teit heldur ikki, at tað var fríspark, tá Andrew av Fløtum vann bóltin frá Meinhardt Joensen í KÍ-málinum seint í seinna hálvleiki. Ein støða, sum kundi útvegað HB eitt betri úrslit í Klaksvík í kvøld, um dómarin ikki hevði dømt ímóti Andrew fyri at sparkað bóltin úr hondunum hjá Meinhardti.