Helt at hon doyði á Føroyaferðini

- Eg helt, at mín síðsta løta var komin.

Føroyaferðin hjá grønlendskum politikarum í farnu viku, mundi enda heilt galið og ein av grønlendsku politikarunum, Doris Jakobsen, var sannførd um, at nú fór hon at doyggja, sigur hin við grønlendska fjølmiðilin, sermitsiaq.AG.

Við í ferðalagnum vóru fýra grønlendskir politikarar og tvey embætisfólk og hósdagin skuldu tey niðan í geglið í Mjórkadali at hyggja eftir umstøðunum har.

Sum tey flestu minnast, var ringt veður hósdagin óveðrið við kavaroki og stormi, brast eisini á tey, best sum tey vóru á við á veg niðan í Mjórkadal við einum minibussi hjá fongslinum, sigur hon við sermitsiaq.AG.

- Vit sóu ikki nakað sum helst og ein av politikarunum mátti skrúva bilrútin niður fyri at vegleiða bilføraran, sigur hon, sum ikki er sørt skelkað av hendindini, sambært sermitsiaq.AG.

Tey máttu ringja eftir hjálp og ein gravkúgv kom teimum til hjálpar.

- Vit bakkaðu, men rendi á gravkúnna, so bakrúturin í bussinum fór, sigur hon.

- Eg hugsaði um børn míni og eg hugsaði um mína lívstrygging. Eg helt, at eg fór at doyggja og tað hildu onnur í bussinum eisini, sigur Doris Jakobsen.

Ferðin niðan í Mjórkadal varð avlýst og um fimm tíðina seinnapartin hósdagin kom grønlendska sendinevndin aftur til Havnar í øllum góðum.