Ansgar Lenvig, sum hin 13. februar í ár fylti 81 ár, er føddur og uppvaksin í Hesti, og her hevur hann altíð búð, tó at hann í sínum arbeiðslívi hevur fingist við nógv ymiskt - alt frá útróðri í Grønlandi, báta-og húsasmíði, ymiskari fiskiveiði umborð á føroyskum og útlendskum skipum til alivirksemi fyri Fiskaaling í fleiri ár.
Mamma Ansgar kallaðist Súsanna og var úr Nólsoy og pápin, Hans Frederik, var úr Hesti. Í Hesti eigur hann eina mørk í jørð, sum gevur eini 20 lomb, og haraftrat hevur hann nakrar veðrar á einari trøð. Hann hevur fingist við jørð alt sítt lív, tá høvi hevur verið til tess.
- Nú eg eri komin væl inn í pensjónsaldurin, havi eg nóg mikið at takast við. Eg havi seyðin, og mær dámar framvegis væl at vera á floti, tá teir góðu summardagarnir eru. Eg havi ein Starlet glastrevjabát, sum er 27 føtur, og mær dámar væl at seta onkra kalvalínu.
Ansgar Lenvig er væl fyri, tó at hann er farin um tey 81. Saman við nøkrum vinmonnum, sum allir eru pensjónistar, helt hann sín føðingardag, 13. februar í ár, í Spania, har veður var at ganga við berum yvirbelti tað mesta av tíðini. Teir vóru í summarhúsi í Spania, nærindis Barcelona.
- Í dag smíði eg ymiskt fyrifallandi fyri dóttrina, sum hevur eini summarhús her í Hesti, sigur hestmaðurin, sum In.fo hevur skift orð við.