Zakarias Wang, sum fór til gongu gjøgnum Sandoyartunnilin í gjár, her saman við systursoninum, Siggert Patursson, bónda á Vatnaskørðum, og Bergi Poulsen, sum er formaður í tunnilsfelagnum

Helst tann fyrsti at tosa um tunlar undir firðum

Fyrrverandi studentaskúlalærari og býráðslimur í Havn var ein tann fyrsti við hugskotinum um at gera undirsjóvarnlar í Føroyum

 

Zakarias Wang, sum fór til gongu gjøgnum Sandoyartunnilin í gjár, her saman við systursoninum, Siggert Patursson, bónda á Vatnaskørðum, og Bergi Poulsen, sum er formaður í tunnilsfelagnum

Tað var í 1986, at Zakarais Wang, studentaskúlalærari í Hoydølum og býráðslimur fyri Tjóðveldi í Havn, skrivað eina greinarøð í 14. September um »Niðansjóvartunlar«, sum hann kallaði tað. Greiði boðskapur hansara var, at landið skuldi standa fyri arbeiðinum at bora tunlarnar, sum síðani skuldi vera ókeypis at koyra ígjøgnum. Grundgevingarnar vóru júst tær somu, sum í dag, at tunlarnir fóru at vera bíligari í rakstri. 

Hann skrivaði millum annað í fyrstu greinini, at eingin møguleiki var fyri føstum sambandi millum Eystoroy og Borðoy uttan við undirsjóvartunli. Sama segði hann í aðru greinini, sum var um fast samband til Sandoynna.

Hann skrivar millum annað soleiðis:

»Sum tað sæst, er vegurin lagdur norð um Velbastað, har hann fer niður í tunnilin í fjøruni norðan fyri lendingina. Upp aftur verður komið sunnan fyri bygdina í Hesti, og verður vegur gjørdur suður eftir bakkanum til Hælin. Har verður seinri tunnilin gjørdur, og endar hon vestan fyri Skopunar bygd. Har eru tølini:

Tunlar: 3.600 m + 3.400 m = 420 milliónir krónur

Vegur; 4.700 m = 47 milliónir krónur.

Íalt = 467 milliónir krónur.

Hendan íløga er væl størri enn nýggjar havnir í Skopun, Skálavík , Kirkjubø/Velbastað og Hesti kosta tilsamans, men so er vert at minnast til, at raksturin av skipum til hesa sigling eisini hevði verið stórur, og ein partur a rakstrinum er tað atløgupláss sum strandfaraskipini nýta í havnunum. Tað skerst ikki urtur, at tað sum kenst serliga harmiligt er, at ein ferja kemur at nýta rættiliga nógvar metrar av kaiplássi í Skopun. Slapst undan ferjuni, so kundu hesir metrarnir verið nýttir til fiskiskip, t. e. til framleiðslu, sum hevði givið vinning til alt okkara samfelag. 

Sum er búgva væl færri fólk í Sandoynni enn í Vágunum og í Norðuroyggjum, men hóast tað er væl møguligt at henda farleið hevði verið nógv nýtt, tí strekkið til Havnar er stutt, og har eru flest bilar í Føroyum, og nógv eru tey sum búgva í Havn og hava nógv tilknýti til Sandoynna. Men framyvir fer tað ikki at era so neyðugt hjá teimum at flyta, tí heiman av Sandi til Havnar eru bert 27 km, ella tað sama sum millum Havnina og Kollafjørð. Tað er ikki neyðugt at vera sandingur fyri at skilja, hvussu stóran týdning ein slíkur tunnil hevði havt ikki bert fyri Sandoynna, men fyri okkum øll.

Nógv tala fyri, at samfelagsligi vinningurin í hesum føri er so stórur, at tað helst hevði verið rætt at minst fyrst til tað gloymdu oynna enn tá áðrenn Vágoyggin og borðoyggin fáa sínar. Har er tað hóast alt so, at tað ber til at koma aftur og fram vanliga, men hvat ið verður gjørt av íløgum í ferjulegur og skip, so verður Sandoyggin illa fyri, sjálvt u allur bati bøtur. Men íløgan er stór, go gjølla má umhugsast, hvussu farast skal fram. hetta ger seg tó enn meira galdandi í tí sum næsta greining viðger, nevniliga tunnillin Sandoy-Skúvoy-Suðuroyar«, skrivar Zakarias Wang millum annað í greinin, sum varð prentað í 14. September 26. februar í 1985.

Tá Sandoyartunnlin í gjár lat upp, var 83 ára gamli Zakarias Wang ein teirra, sum fór til gongu gjøgnum tunnilin.

 

Zakarias Wang, sum fór til gongu gjøgnum Sandoyartunnilin í gjár, her saman við systursoninum, Siggert Patursson, bónda á Vatnaskørðum, og Bergi Poulsen, sum er formaður í tunnilsfelagnum