Helst stórsigur til Kagame

Fyribilstøl frá forsetavalinum í Rwanda benda týðiliga á, at verandi forsetin, Paul Kagame, verður afturvaldur við stórum meiriluta. Valnevndin hevur fingið tølini úr 11 av teimum 30 valdømunum, og tey vísa, at av 1,7 millión atkvøðum í hesum valdømunum hevur Kagame fingið 1,6 millión.

Mannarættindafelagsskapir hava sagt, at fleiri av teimum, sum hava funnist at forsetanum, eru vorðin kúgað undir valstríðnum.

Tey flestu halda tó, at Paul Kagame er tann einasti, sum kann samansjóða tey bæði fólkasløgini í Rwanda, hutuar og tutsiar, og fáa tey at leggja fólkamorðið í nítiárunum aftur um seg.