Fyrstu veruligu oljukanningarnar í landnyrðingspartinum av Grønlandi vísa, at har helst eru olju- og gassgoymslur fyri 10.000 milliardir krónur - ella blokkstuðul í 3000 ár Oljuævintýr grønlendinga hevur ongantíð verið nærri veruleikanum enn beint nú. Danmarks Radio sigur í kvøld, at grønlendingar nú helst stíla beinleiðis móti einum risastórum oljuævintýri, eftir at tær fyrstu veruligu kanningarnar vísa, at har kunnu vera 31 milliardir tunnir av olju og natúrgassi at finna í grønlendsku undirgrundini.
Við verandi oljuprísum er virðið á oljuni umleið 10.000 milliardir krónur, ella blokkstuðul úr Danmark í eini 3.000 ár, sigur Danmarks Radio.
Tað er amerikanski jarðfrøðisstovnurin, USGS, sum hevur staðið fyri rannsóknararbeiðinum í Grønlandi. Sambært Flemming G. Christiansen, sum er tjóðargeologur frá Danmarks og Grønlands Geologiske Undersøgelser svara nøgdirnar av olju í landnyrðingspartinum av Grønlandi til triðingin av allari oljuni í Norðsjónum - bæði í danska, norska, bretska, týska og hollendska partinum.