Helst fongslaður fyri at goyma felliknív

Ein dani, sum var farin ein túr út at fiska, og gloymdi at taka felliknívin inn úr bilinum, er í løtuni í vanda fyri at enda í geglinun og at missa dreymastarvið. Enn eitt láturligt knívmál herjar í Danmark, har politikararnir herfyri herdu lóggávuna um knívar.

Fyrr í mánaðinum var alt á gosi, tí ein ungur maður varð fongslaður, eftir at hann hevði gloymt ein hobbyknív, sum hann brúkti á arbeiðsplássinum, í handskarúminum á bili sínum.

Hesaferð er tað Lars Lentz Sørensen frá Lille Skensved við Køge, sum gloymdi ein felliknív í bilinum, eftir at hann hevði verið ein túr úti við tráðuni.

Í fyrsta lagi varð hann í býarrættinum dømdur at rinda 3000 krónur í bót.

Men eftir at ákæruvaldið kærdi málið, er hann nú í vanda fyri at fáa ein fongsulsdóm, sum eisini kann koma at kosta honum dreymin um at gerast fangavørður. Hetta skrivar Berlingske Tidende.

- Lógin er alt ov fýrakantað skrúvað saman, tí hon letur ikki upp fyri, at dómstólurin kann gera undantøk í førum, sum eyðsýniliga eru skítibýtt, sigur verjin hjá manninum, Jakob Fastrup, við Berlingske Tidende.