Helle hevði vunnið á Lars

Hevði fólkatingsval verið í Danmark í dag, hevði Helle Thorning-Schmidt tikið við sum forsætisráðharri eftir Lars Løkke Rasmussen.

Ein kanning, sum Megafon hevur gjørt fyri TV2 og Politiken, vísir, at andstøðuflokkarnir høvdu fingið 52,3 prosent av atkvøðunum og stjórnarflokkarnir og teirra stuðulsflokkar 47,7 prosent.

Í Fólkatinginum hevði býtið verið, at andstøðan hevði fingið 95 tunglimir og teir borgarligu 84.

Í kanningini sæst, at bæði Sosialdemokratarnir og Sosialistiski Fólkaflokkurin hava havt framgongd síðani seinastu kanning. Harafturímóti hevur Vinstri hjá Lars Løkke Rasmussen afturgongd og hevði mist átta tinglimir.

Tann nývaldi formaðurin hjá teimum konservativu, Lars Barfoed, kann ugga seg við, at hansara flokkur hevði fingið eina lítla framgongd samanborið við síðstu kanning.