Helgi var tríggjar ferðir upp á spæl

NSÍ álopsmaðurin var sera væl upplagdur ímóti grannunum av Toftum, sum ikki kendu sína vitjunartíð, tá ið teir høvdu tveir stórar møguleikar

LØGMANSSTEYPIÐ

Nú skal ansast eftir, hvørji orð verða brúkt. Tað er tíðliga á árinum, og tað er langt til ólavsøkuna og steypafinaluna. Men gongdin og úrslitini higartil hava givið greiðar ábendingar um, at NSÍ, sum á ólavsøku í fjør vann løgmanssteypið fyri fyrstu ferð, ætlar sær av álvara at vera við í stríðnum um finaluplássini í ár.
Leygardagin vunnu teir 3?0 á B68, og harvið hevur NSÍ, nú bólkaumfarið er komið í helvt, sera góð kort á hondini at sleppa í fjórðingsfinaluna.
Stóri maðurin í Runavík leygardagin var Helgi L. Petersen. Í fjør var hann ofta á miðvøllinum, men í ár hevur Jógvan Martin Olsen alla tíðina havt hann í fremsta røð, har hann er saman við yngra beiggjanum, Sonna L. Petersen, sum higartil í ár hevur fingið meiri spælitíð, enn hann fekk í fjør.
Merkisvert er tað, at í miðvallarplássinum, sum Helgi viðhvørt røkti í fjør, er nú Sjúrður Jacobsen, sum í fjør fyri tað mesta var vongverji í vinstru. Har spælir nú Áki L. Hansen.
Hetta var fyrsta ferðin, at Messias spældi ímóti toftamonnum, og hetta var fyrsta ferðin, at Dánial Hansen var í reyða B68 búnanum ímóti barndómsfelagnum NSÍ.
Eingin ivi var í, at heimaliðið var betri fyri enn gestirnir. Men toftamenn grunda ivaleyst yvir, hvussu tað hevði tørnað út, um stútarin hjá Súna Fríða Johannesen tíðliga í 1. hálvleiki hevði farið í málið og ikki á samankomingina.
Eina løtu seinni vildu NSÍ arnir hava, at dómarin skuldi vísa Dániali Hansen reyða kortið. Teir vildu vera við, at hann hevði nýtt neyðbremsuna ímóti Helga L. Petersen, men tí var dómarin ikki samdur í.

Tríggjar ferðir Helgi
Fimm minuttir undan steðginum setti NSÍ hol á. Helgi L. Petersen gjørdist púra leysur frammanfyri B68 miðverjarnar, Hans Fróða Hansen og Dánial Hansen, og hann setti bóltin framvið Alberti Sævarson.
Eftir steðgin økti Helgi til 2?0. Sonni L. Petersen legði innfyri úr vinstru, og við handara stólpan var Helgi leysur og stútaði til 2?0.
B68 fekk gyltan møguleika at minka um munin, tá ið NSÍ hevði skorað tvær ferðir. Brotsspark varð gjørt ímóti Súna Fríða Johannesen, men Øssur Hansen misnýtti. Landsliðsveteranurin valdi at skjóta hart ímóti landsliðsveteraninum í NSÍ málinum. Bólturin tók í tvørtræið og fór uppum.
Eitt korter undan leikloki varð ein nýggjur NSÍ maður, Andy Olsen, settur á miðvøllin í vinstru fyri Jónstein Petersen. Nýggi maðurin átti næstsíðsta fótin á, tá ið Helgi L. Petersen gjørdist púra leysur og staðfesti stóra sigurin.

NSÍ?B68 3?0 (1?0)
1?0: Helgi L. Petersen
2?0: Helgi L. Petersen
3?0: Helgi L. Petersen
NSÍ: Jens Martin Knudsen ? Brynjolvur Nielsen, Messias Perreira, Óli Hansen, Áki L. Hansen ? Gert Langgaard, Kári Hansen, Sjúrður Jacobsen, Jónstein Petersen ?Sonni L. Petersen, Helgi L. Petersen
B68: Albert Sævarson ? Bogi Petersen, Hans Fróði Hansen, Dánial Hansen, Jákup Djurhuus ? Jan Ingi Petersen, Fróði Benjaminsen, Øssur Hansen, Arnfinn Olsen ? Jóhan Petur Poulsen Súni Fríði Johannesen