Helgi steðgaður í snar

Helgi Dam Ziska var í vikuni við í eini kapping í snartalvi í Reykjavík. Hann vann seg fram millum 64 teir bestu í kappingini  eini 200 spælarar vóru við  men har varð hann steðgaður av ísraelska stórmeistaranum Sergey Erenburg. Helgi kann tó fegnast um, at hann nú er tikin út til OL-landsliðið, sum fer til Torino. Landsliðið verður mannað við John Arna Nilssen, Martini Poulsen, John Rødgaard, Helga Dam Ziska og Hans Kristiani Simonsen.