Helgi Midjord í Ribarhúsi

Leygardagin klokkan 16 letur framýning upp við málningum av Helgja Midjord á Gallarí Ribarhús, Fuglafirði.

Helgi Midjord er fjølmentaður – dugir sera væl at syngja og spæla gittar. Hann dugir ein hóp av føroyskum sangum og vísum og somuleiðis svenskum vísum.


Helgi er ein úrmælingur í træskurði. Hann hevur prýtt Mentanarhúsið innan við sínum alski til træið. Hetta er til skjals á restauratíónini í Mentanarhúsinum í Fuglafirði.

Seinasta bragdið hjá Helga er Kærleikans móðir, sum liggur og ringir seg í Gamla svimjihylinum í Fuglafirði, sum sá dagsins ljós, tá ið installatiónin varð handað bygdini, Fuglafjørð, á varmakeldu í ár. Kærleikans móðir er stoypt í sementi, og er ein partur av verkunum, sum eru stoypt til hetta høvið.


Helgi hevur í Svøríki gjørt og arbeitt við senugrafi fyri keynda Disney Channal. Myndir hansara eru til skjals um Norðanlond og í Týsklandi.


Helgi og Niels Midjord fara at syngja og spæla, tá ið framsýningin letur upp.