Helgi hálvt stig móti stórmeistara

Eftir at hann í triðja umfari hevði fingið fulla úrtøku burturúr ímóti pólverskum stórmeistara, eydnaðis tað eisini í 4. umfari í EM kappingini í talvi fyri einstaklingar Helga Dam Ziska at fáa úrtøku burturúr ímóti stórmeistara.

Helgi hevði svarta fólkið ímóti Alojzije Jankovic úr Kroatia. Hóast styrkistalið hjá mótstøðumanninum er væl hægri, enn talið hjá Helga er, so eydnaðist tað unga havnarmanninum at vinna eitt hálvt stig.

Í dag er mótstøðumaðurin hjá Helga enn ein stórmeistari úr Póllandi. Hann eitur Grzegorz Gajewski. Styrkistalið hjá honum er 2540. Styrkistalið hjá Helga er 2389. Helgi situr í dag við hvíta fólkinum.

Mótstøðumaðurin hevur burtur úr fýra teimum fyrstu umførunum fingið somu úrtøku sum Helgi ? 2,5 stig.

EM kappingin er í Dredsen í Týsklandi, og fyrstu leikirnir í 5. umfari verða fluttir klokkan 15 í dag. Kappingin heldur fram inntil 14. apríl.