Helgi er stóra fyrimyndin hjá syni løgmann

Løgmaður hevði seinnapartin móttøku fyri føroyska stórmeistaranum í talvi

Tíðliga seinnapartin lendi talvlandsliðið í Vágum. Heilt merkisvert eftir talv olympiaduna í Baku í Aserbadjan er, at fyrsti føroyingur nakrantíð megnaði at vinna seg at vera stórmeistari.

 

Tá ið stórmeistarin, 26 ára gamli Helgi Dam Ziska, og hinir telvararnir komu til Havnar, tók løgmaður ímóti í Tinganesi, har umboð fyri Talvsambandið og onnur, sum eru tætt at føroyskari telving, heilsaðu upp á fyrsta føroyska stórmeistaran og hansara næstu.

 

Aksel V. Johannesen, løgmaður, handaði Helga Dam Ziska gávu frá landsstýrinum. Í røðu síni var løgmaður persónligur, tá ið hann segði soleiðis:

-Tað er mín vón, at frálíka úrslitið í Baku er við til at slóða fyri enn einum frambroti í føroyskari telving. Vit hava sæð í øðrum ítróttagreinum, hvussu sterk og sannførandi einstaklingaavrik kunnu menna eina heila ítróttagrein. Eg kann til stuttleikar nevna, at sjálvur havi eg ein 10 ára gamlan son, sum bæði spælir fótbólt og telvar. Hjá honum eru bæði Gareth Bale og Christiano Ronaldo stjørnir, men størsta av øllum stjørnum ert tú Helgi. Tíni avrik seinastu árini fara uttan iva at kveikja eina sterka vón og geva neyðuga áræði hjá yngra ættarliðinum.

 

Her ber tað til at lesa røðuna, sum løgmaður helt í Tinganesi í dag

 

http://cdn.lms.fo/media/8450/helgi-dam-ziska.pdf