Helgi er besti telvarin

Helgi Dam Ziska vann ikki óvæntað heiðurin sum ársins telvari 2008/09

Talv

 

Í sambandi við steypakappingina og Talvgalla við Gjógv, atkvøddu 6 umboð úr hvørjum talvfelagi um Ársins Telvarar 2008/09. Innstillaðir vóru 3 telvarar: Herborg Hansen, úr Klakvík, IM Helgi Dam Ziska og Martin Poulsen, báðir úr Tórshavn.

 

Eftir at drigið varð saman um atkvøðuúrslitið gjørdist greitt, IM Helgi Dam Ziska - 3. árið upp í slag - varð kosin Ársins Telvari 2008/09.

 

Hóast bert 18 ára gamalur, hevur Helgi megnað at bitið seg fastan á 1. plássinum á føroyska styrkilistanum. Søguligt NM Gull til Føroyar og sera munadygg OL-úrtøka í Dresden, eru bara nøkur av avrikunum, sum teir, ið atkvøddu ivaleyst hava heft seg við.

 

Umframt heiðurin, stuðlar Talvsamband Føroya Ársins Telvarar, við kr. 3.000 til framhaldandi menning innan telvingina.