Sunnudagin fyri góðari viku síðani spældi Dráttur og SÍ ein javnan og spennandi fimmsettara í høllini á Giljanesi, sum Dráttur endaði við at vinna 3-2. Men hóast Dráttur vann, so valdi felagið eftir dystin at senda inn kæru um ein spælara hjá SÍ, sum Dráttur ikki helt hava spæliloyvið í lagi.
Talan var um Helgu Guttesen, ið ikki hevur spælt nevniverdan flogbólt síðstu tvey árini, men nú flutti frá ÍF til barndómsfelagið SÍ. Trupulleikin var bara, at ov stutt tíð var gingin, frá tí at Flogbóltssambandið hevði fingið fráboðan um skiftið, til Helga kom á vøllin í dysti.
Dómsnevndin í Flogbóltssambandinum hevur viðgjørt kæruna frá Drátti, og við støði í brævasambandi millum Ragnar í Haraldstovu vegna Drátt og Jákup Fjallsbak, formann í Flogbóltssambandinum, hevur dómsnevndin givið Drátti viðhald.
Úrskurðurin hjá dómsnevndini byggir á grein 9 í kappingarreglunum, har tvinnir møguleikar eru, tá talan er um skifti millum feløg. Grein 9a sigur í stuttum, at eitt spælaraskifti ikki kann fara fram síðsta triðingin av kappingini, men av tí at Helga Guttesen einki hevur spælt hetta kappingarárið, heldur dómsnevndin seg ikki kunna brúka grein 9a.
Í staðin stuðlar nevndin seg til grein 9b, sum sigur, at tá ein spælari skiftir felag mitt í kappingarárinum, skal kappingarnevndin hava fráboðan um flytingina 30 dagar áðrenn viðkomandi spælari spælir sín fyrsta dyst fyri nýggja felagið. Av tí at Flogbóltssambandið ikki fekk fráboðan um skiftið hjá Helgu Guttesen fyrr enn mikudagin 5. februar, vóru 30 dagar ikki farnir, tá hon spældi við SÍ ímóti Drátti sunnudagin 23. februar, men bara 18 dagar.
Dómsnevndin hevur tí tikið ta støðu, at Helga ikki hevði rætt til at spæla fyri SÍ longu í dystinum ímóti Drátti, og at Dráttur tí fær viðhald í kæruni. Staðfest verður ikki annað, enn at »sagt verður frá hesum«, og tí kann Helga Guttesen eftir øllum at døma spæla fyri SÍ frá næsta dysti at rokna, sum altso verður sunnudagin í hesi vikuni ímóti Ternuni.