Sosialurin royndi í dag at fáa eina viðmerking frá Helenu Dam á Neystabø, landsstýriskvinnu um kunngerðina, ið heimilar prestum at nokta at víga fráskild. Ella um hon heldur kunngerðina vera í lagi.
- Hasin spurningurin er ikki so einfaldur, tí eg havi fingið upplýst, at tað ikki er sum at siga tað at broyta eina kunngerð. Eg má seta meg væl og virðiliga inn í málið, segði Helena Dam á Neystabø, sum lovaði at venda aftur til málið seinni.
Men í morgun sleppur hon ikki undan at svara, tí Torbjørn Jacobsen hevur sett henni ein hvassorðaðan spurning um málið.
Hann vil fyrst og fremst hava at vita, hvørja støðu hon hevur í málinum.
Harnæst spyr hann, um kirkjumálaráðharrin kann góðtaka, at almennir tænastumenn undir Mentamálaráðnum smalka gáttina til kirkjuna.
- Ætlar landsstýrismaðurin at gera broytingar í regluverki og kunngerðum, soleiðis at henda “missiónska” herferðin” steðgar, spyr Torbjørn Jacobsen.










