Helena sett fjøl­miðlakommisjón

Helena Dam á Neystabø, lands­stýr­is­kvinna í ment­a­mál­um, hev­ur mann­að fjøl­miðl­a­komm­is­sjón­ina, sum skal við­gera støð­una í før­oyska miðl­a­heiminum.

Hetta er gjørt í kjalar­vørr­i­num av pub­lic ser­vice sátt­mála­num, sum er gjørdur mill­um Ment­a­mála­ráð­ið og Kring­varpið.
Lands­stýr­is­kvinn­an hev­ur havt fund við privatu miðl­ar­nar, og hon ynskir, at kann­að verð­ur, hvørji tiltøk kunnu bøta um støðuna á fjøl­miðl­a­markn­að­i­num, so tryggj­að verður, at vit hava eitt breitt útboð av fjøl­miðl­a­tæn­ast­um til gagns fyri land og fólk.

Fjøl­miðl­a­komm­is­sjón­in skal viðgera spurn­ing­ar sum t. d. um kring­varps­bygn­að­ur­in skal vera sum hann er, ella eru aðrir møguleikar, skal Kring­­varpið t.d. um­skip­ast til eitt alment part­a­felag e.l.? Hvussu kann Kring­­varp­ið fíggj­ast í fram­­tíð­ini, sam­stund­is sum vit á bestan hátt tryggja, at eitt úrval av privatum fjøl­miðlum (bløð, portalar og send­i­støðir) kunnu virka og halda ásetingar um góðan fjøl­miðl­a­sið?

Hesi man­na­ fjøl­miðl­­a­­komm­­is­sjón­ina:

Mart­in Næs, deildarstjóri, for­­mað­ur, Høgni Reistrup, cand. mag., skrivari, Katrin D. Ap­ol, cand. mag, Enna G. Mikk­­el­sen, cand. mag., tíð­ind­a­kvinna, Sigmund Poul­sen, ad­vo­k­atur, Ina Hyt­tel Hamm­ershaimb, cand. oecon., Alda Joensen, full­trúi, samskipari.

Lands­stýr­is­kvinn­an ynsk­ir at fáa eitt álit við til­mæli um, hvussu víðari skal farast fram, tá ið tað snýr seg um føroyskan fjøl­miðl­a­pol­i­tikk. Eitt álit, sum kann leggjast fyri pol­it­iska myndugleikan til nærri viðgerðar. Fjøl­miðl­a­komm­is­sj­ónin skal skipa fyri, at avvarðandi fyr­i­tøk­ur, stovn­ar og feløg, ið onkursvegna varða av ella arbeiða í miðl­a­heim­inum, verða hoyrd og fáa møguleikar at føra síni sjón­armið fram fyri fjøl­miðl­a­komm­is­sjónina.

Ætlanin er, at fjøl­miðla­komm­is­sjón­in skal verða lið­ug við sítt arbeiði á ólav­søku í 2011.