Helena fegnast um Tórshavnar Býráð

Landsstýriskvinnan í mentamálum fegnast um ætlanina í byggi- og býarskipanarnevndini í Tórshavnar Býráð um at geva pláss fyri einum Tjóðleikhúsi á Skálatrøð.

Byggi- og býarskipanarnevndin hevur viðgjørt eina heildarætlan fyri Skálatrøð og har er undirtøka fyri, at ein Tjóðpallur skal vera ein partur av ætlanini.

- Hetta eru góð tíðindi og eg vóni, at Tórshavnar Býráð heldur fast um hetta, nú málið skal viðgerast víðari og endaliga avgreiðast í býráðnum, sigur hon.

Hon vónar eisini, at býráðið fer at arbeiða skjótt í hesum máli.

Tað hevur verið tosað í fleiri ár um eitt Tjóðleikhús, men Helena Dam á Neystabø heldur, at støðan hjá byggi- og býarskiparnarnevndini hjá býráðnum er eitt veruligt frambrot fyri ætlanina

- Nú er brostið fyri nev og so er at smíðað ímeðan jarnið er heitt og at fáa gongd á, sigur hon.

Sjálv er hon sannførd um, at ætlanin at byggja Tjóðpall er komin nakað væl nærri eftir niðurstøðuna í nevndini í býráðnum.

Hon ivast ikki í, at í Løgtingi og landsstýri er stór undirtøka fyri ætlanini at gera Tjóðleikhús, tí vanliga áskoðanin er, at umstøðurnar, vit nú hava at bjóðað er beinleiðis skomm.

Hon leggur afturat, at á langtíðar íløguætlanini hjá landinum eru 61 milliónir settar av hesi næstu fimm árini til Tjóðpall og tað ivast hon heldur ikki í, at samgongan, sum verður skipað eftir løgtingsvalið í næstum, fer at halda fast um.