Triðja Pisakanningin í Føroyum verður í døgunum 23. til 27. mars. Á tíðindafundi í Mentamálaráðnum í morgun varð kunnað um Pisakanningina, og nýtti landsstýriskvinnan høvi at heita øll um at taka kanningina í fullum álvara
- Eg vil fegin nýta høvi til at heita á allar næmingar í 9. flokki, foreldur teirra, lærarar og skúlaleiðslur teirra um at taka hesa avbjóðing í stórum álvara, sigur Helena Dam á Neystabø.
Hon vísir á, at tað hevur týdning fyri Føroyar, at niðurstøðurnar frá royndini verða so eftirfarandi sum møguligt. Ein treyt fyri tí er, at næmingarnir gera sær ómak at svara og eisini taka teir spurningar í álvara, sum kunnu tykjast løgnir ella øðrvísi. Eitt nú spurningarnar um sosiala bakstøðið, útbúgvingarstig hjá foreldrum, og hvussu stóran leiklut telduførleikin hevur heima við hús.
- Vit hava í 2005 og 2006 ikki staðið okkum so væl í Pisa kannningunum. Tað er bæði eitt endamál at blíva betri, og tað verður man bert, um man ger sær ómak, sigur landsstýriskvinnan.
- Men líka so avgerandi er tað, at úrslitið verður rætt. Og vit fáa einans eitt rætt úrslit, um tey sum eru partar av kannningini, taka hana í álvara - Ikki óttast og ikki undirmeta kanningina, men gera sítt besta, sigur Helena Dam á Neystabø.