Tað er nú greitt, at Helena Dam á Neystabø noyðist í rættin fyri at hava sagt Jákup Mørkøre upp sum leiðara á Landssjúkrahúsinum.
Annars hevur ongin ivi verið um leingi, at Helena Dam á Neystabø fór at verða stevnd, men nú er tað veruleiki.
Tí mikudagin læt Jákup Mørkøre Føroya Rætti stevningina ímóti landsstýrismanninum.
Jákup Mørkøre stevnir í Helenu Dam á Neystabø fyri ærumeiðing, tí hon hevur skuldsett hann fyri at vera ólýðin og illloyalan.
Í fyrra lagi verður kravt, at hesar útsagnirnar verða dømdar deyðar at vera og at Landsstýrismaðurin skal rinda kostnaðin av at kunngerða dómin við grundgevingum.
Í øðrum lagi verður kravt, at Helena Dam á Neystabø verður kravd at viðurkenna at saksøkjarin ikki hevur verið ólýðin og illoyalur ímóti yvirskipaðu leiðsluni, sum í hesum føri er Almanna og Heilsumálastýrið.
Og at enda krevur Jákup Mørkøre, at Landsstýrismaðurin verður dømdur at rinda sakarkostnaðin av hesum máli.
Tað er Bjørn á Heygum, sum er sakførari hjá Jákup Mørkøre í hesum máli.
Málið kemur fyri í Føroya Rætti týsdagin 9, mai klokkan 10.
Leingi verið greitt
Sum sagt omanfyri, hevur tað annars leingi verði greitt, at Helena Dam á Neystabø fór at verða stevnd í hesum máli.
Einasta ivamál hevur verið, hvussu stevningin fór at ljóða og, um tað skuldi vera Jákup Mørkøre sjálvur, ella fakfelag hansara, Verkfrøðingarfelagið, sum skuldi standa fyri stevningini.
Formaðurin í Verkfrøðingafelagnum, Suni Joensen hevur áður sagt fyri Sosialinum, at arbeitt hevur verið við trimum møguleikum.
Antin kundi felagið, ella Jákup Møkøre sjálvur stevna Helenu Dam á Neystabø við kravi um, at uppsøgnin var ólóglig, ella kundi hann krevja starvið aftur, ella í triðja lagi kundi Jákup Mørkøre stevna fyri ærumeiðing.
Í samráð ímillum Jákup Mørkøre og Verkfrøðingafelagið er úrslitið so blivið, at Jákup Mørkøre stevnir sjálvur fyri ærumeiðing.
Fyrimunurin við eini slíkari stevning er, at tað er nógv skjótari at fáa eitt mál um ærumeiðing avgreitt, enn tað er at fáa hini málini avgreitt.
Men fær Jákup Mørkøre viðhald í stevningini um ærumeiðing, er tað sannlíkt, eitt eitt annað sakarmál um sjálva uppsøgnina kemur at fylgja í kjalarvørrinum á tí hevur Suni Joensen sagt.
Leggjast skal afturat, at Jákup Mørkøre hevur fullan stuðul frá Verkfrøðingafelagnum í hesum málinum.
Bjørn á Heygum sigur m.a., at tá ið málið allan vegin ber týðiligt bráð av ósakligheit og óviðkomandi fyrilitum, verður kravt, at saksøkjarin fær persónliga uppreisn og verður reinsaður fyri tær vanærandi og niðurgerandi skuldsetingar, sum hava skatt hann almikið.
Vit hava meiri í blaðnum týsdagin