Eitt hátrýst liggur komandi dagarnar beint norðan fyri og í ein landnyrðing úr Føroyum og gevur støðugt og stilt veður. Seinni í vikuni grynnist hátrýstið og onnur brúgvaløg nærkast Føroyum av útsynningi.
Mánadagin verður lot til andøvsgul av eystri, 3 til 8 m/s. Turt, men fyrst skýggjað, og møguliga mjørki í støðum, men út á dagin sól í støðum. Hitin um dagin millum 8 og 15 stig. Týsnáttina verður fleyr av ymsum ættum, undir 3 m/s. Turt, men fyri tað mesta skýggjað og hitin um 7 stig.
Týsdagin verður fleyr av ymsum ættum, undir 3 m/s, sum øtlar í lot til andøvsgul av eystri, 2 til 7 m/s. Fyri tað mesta turt og onkrir sólglottar og hitin millum 10 og 13 stig. Um náttina verður lot til andøvsgul av eystri, 2 til 7 m/s. Skýggjað og regn av vestri og hitin um 8 stig.
Mikudagin verður lot til andøvsgul av eystri, sum snarar í ein landsynning, 2 til 7 m/s. Fyri tað msta skýggjað og fyrrapartin regn og hitin um 10 stig. Um náttina turt, men skýggjað og hitin um 8 stig.
Hósdagin verður lot til andøvsgul av landsynningi, 2 til 7 m/s. Turt, men skýggjað. Hitin um dagin millum 9 og 12 stig, um náttina um 8 stig.
Fríggjadagin verður gul til stívt andøvsgul av landsynningi og eystri, 5 til 10 m/s. Fyri tað mesta turt, men skýggjað, og í løtum møguleiki fyri sól. Hitin um dagin millum 9 og 12 stig, um náttina um 8 stig.
Leygardagin verður gul til stívt andøvsgul av landsynningi og eystri, 5 til 10 m/s. Yvirhøvur turt, men skýggjað, í løtum tó møguliga sól. Hitin um dagin millum 9 og 12 stig, um náttina um 8 stig.