Høvuðsorsøkin til, at tað ikki kom fyri aftur fyri páskir var, at fyrst plantaði løgtingsformaðurin ein tingfund mitt í fundartíðina hjá mentamálanevndini týsdagin 8. apríl, og síðani fór sambandsmaðurin í nevndini, Heðin Mortensen, av landinum í páskafrí, so vit ikki fingu hildið fund týsdagin 15. apríl.
Trý mál vórðu beind mentanarnevndini eftir seinasta framløgudag. Málið um Tjóðpall Føroya, málið um skúlatilboð til brekað og hetta málið um fígging av bygging hjá Tekniska skúla og Handilsskúlanum.
Mentanarnevndin hevur fastan fundardag týsdag klokkan 10. Ongin fundur var 11. mars, tí tingmenn vóru upptiknir av grundlógarráðstevnu.
Týsdagin 18. mars vóru øll málini á skránni. Tá varð avrátt at kalla fólk inn til samrøður um tey bæði fyrru málini, meðan støða skuldi takast í tí triðja málinum seinni.
25. mars høvdu vit fólk inni um Tjóðpallin. Allur fundurin fór við tí.
2. apríl høvdu vit fólk inni um skúlatilboðið til brekað. Allur fundurin fór við tí.
9. apríl var fundur avtalaður við øllum trimum málunum á skránni.
Vit møttu klokkan 09.00 og avgreiddu álitini í teimum báðum fyrru málunum, men fingu ikki stundir at fara undir skúlamálið, tí løgtingsformaðurin hevði plantað ein løgtingsfund í fundartíðina hjá mentanarnevndini týsdag klokkan 10.00.
Ætlanin var síðani hava fund um skúlamálið týsdagin 16. apríl, tí vanligt er at hava nevndarfundir í dimbuldagavikuni, men tá bar ikki Heðini Mortensen til at møta, tí hann skuldi av landinum í páskafrí.
Hann fekk at vita, at so bar ikki til at hava fund fyrrenn týsdagin 3. páskadag. Og málið stendur á skránni til tann fundin.
Kortini hevur Heðin Mortensen kravt málið fyri løgtingið aftur uttan álit frá nevndini.
Undir 1. viðgerð vístu seg at vera fleiri meiningar í tinginum. Tjóðveldisflokkurin førdi fram, at bæði tekniska skúla, handilsskúlanum og øðrum skúlum tørva betur umstøður, men flokkurin tók ikki undir við at fíggja skúlabygging á tann hátt, sum sambandsflokkurin skýtur upp.
Tjóðveldisflokkurin helt uppá, at skúlarnir mugu raðfestast inni í tí almenna íløgukarminum, sum seinastu árini hevur verið nógv merktur av samferðsluíløgum, men komandi árini ætlandi skal verða meira merktur av íløgum í eitt nú skúlar.
Frammi hevur eisini verið, at tað er órímiligt mótvegis øðrum skúlum, eitt nú Studentaskúlanum í Hoydølum, sum ikki hevur sæð eina bøtandi hond í 40 ár, at taka ein part av tí ætlaða skúladeplinum í Marknagil fram um ein annan.










