Heldur jól við einligum

Louisa N. Hansen heldur jólaftan saman við einligum niðri í KFUK.

- Tað byrjaði við, at man í størri mun legði til merkis, at nógv ongastaðni høvdu at fara á jólum, ella vóru einsamøll á jólum, og tískil varð eitt felags jólahald sett á stovn í 1993, sum hevur verið á hvørjum ári síðani, sigur Louisa Niclasen Hansen, ein av fyriskiparunum fyri jólahaldinum fyri einsamøll niðri í KFUK.

 

Kreppan í 1992 var allarhelst tað, sum legði skumpaði undir jólahaldið, sum síðani 1993 hevur verið fastur táttur jólaaftan í KFUK í Havn. Tað vórðu Jóhannes Álvheygg og Jona Henriksen, sum av fyrstantíð fóru undir at bjóða fólki, ið annars ikki hava umstøður til at halda jól saman við fólki. Síðani hava tað verið Holger Arnbjerg og Sonja Klein, sum stóðu fyri jólahaldinum í 17 ár, áðrenn Louisa Niclasen Hansen saman við manninum tók við í 2009.

 

- Tað er ikki so, at man bara letur jólini hjá sær sjálvum fyri onnur. Vit føla ikki tað, at vit missa nakað sjálvi, men vit fáa eisini okkurt sjálvi, sum vit eru ógvuliga takksom fyri. Tað eru eisini fleiri, sum koma aftur ár eftir ár, og vit merkja, at hetta er ein týdningarmikil partur av árinum hjá teimum, sum koma oman at halda jól saman við okkum, sigur Louisa.

 

Tað er í kvøld, at KFUK verður karmur um jólahaldið fyri einlig niðri í KFUK á 21. sinni, har millum annað jóladøgurði, sangur, røður, hugni og vitjan av løgmanni verður á skránni.

 

Trýst á pílin undir myndini og hoyr alla samrøðuna við Louisu