Heldur frægari fiskaprísur

Prísirnir á uppboðssøluni hjá Fiskamarknaðinum vóru heldur betri í dag enn ta seinastu tíðina. Toskurin kom í dag upp ímóti 18 krónur, hýsan togaði í 15 krónur, og besti longuprísurin var upp ímóti 14 krónum. Eisini kongafiskur og upsi fingu góðan prís í dag. Besti kongafiskaprísurin var knappar 18 krónur, og upsin nærkaðist 12 krónum.

Meginparturin av teimum 190 tonsunum, sum Fiskamarknaðurin seldi í dag, var línufiskur, og tann størra helvtin av brosma og longa, umleið 50 tons av hvørjum. Longa II fór fyri 13,89 krónur í meðal og longa III fyri 13,52 krónur. At kalla øll brosman fór fyri 8,75 krónur í meðal.

Knappliga 40 tons vóru av toski. Toskur II fekk meðalprísin 15,10 krónur, toskur III 14,23 krónur, og meðalprísurin á toski IV var 13,51 krónur.

Góð 10 tons vóru av hýsu. Hýsa II fór fyri 13,14 krónur og hýsa III fyri 11,79 krónur. Nakað var av hvítingi, góð trý tons, og hann fór fyri 11,77 krónur.

Smá 14 tons vóru av svartkalva, sum fór fyri 27 krónur kilo, og átta tons av havtasku fóru fyri góðar 39 krónur í meðal fyri kilo.

Fimm tons vóru av kongafiski og fimm tons av upsa. Stødd II av kongafiskinum fór fyri 16,56 krónur, og prísurin á usa III var 12,52 krónur.

Tey 191 tonsini, sum vóru á uppboðnum hjá Fiskamarknaðinum í dag, fóru fyri 2,75 milliónir krónur.