So leingi sum fráflytingin stendur við og versnar, so hava almennu Føroyar ikki ráð til ein Sandoyartunnil fyri oman fyri eina milliard.
– Tí hvat nyttar tað at bjarga einum útjaðaraøki, um øll tjóðin samtundis tapir í beinhørðu kappingini um okkara fólkatilfeingi?
Soleiðis spyr Heini í Skorini í bersøgnari blaðgrein. Hann eftirlýsir politikarar, sum seta kritiskar spurningar til tunnilskjakið í hesum døgum, sum eitt nú Johan Dahl gjørdi í útvarpinum hóskvøldið.
– Johan Dahl ávaraði staðiliga ímóti at plyndra fæið í tí niðurlagda landsbankanum á 150 milliónir til ein tunnil í Sandoynna, soleiðis sum hansara floksformaður og samgonguleiðari, Kaj Leo Holm Johannesen, annars hevur róð framundir. Jørgen Niclasen lovaði annars í útvarpstíðindunum tann 28. september í fjør, at politikararnir fóru at halda fingrarnar vekk frá ognini hjá gamla landsbankanum. Men nú hevur pípan brádliga fingið eitt annað ljóð, vísir Heini í Skorini á.
Víðari sigur hann, at Gerhard Lognberg, Páll á Reynatúgvu og Brandur Sandoy skulu við øðrum orðum keypast fyri 150 milliónir. Hann heldur, at var einki alternativt uppskot komið fram, vóru hasir pengarnir heldur ikki lovaðir teimum trimum. Og hevði »onkur« í landsstýrinum ikki likið hetta út til pressuna, hevði duldarfulla verkætlanin longu verið undirskrivað av landsstýrismanninum.
– Við øllum sínum juridiska orðafeingi dróg Halgir Winther Poulsen, advokatur, samanum í Degi og Viku mánakvøldið við trimum stuttum orðum: »Hol í høvdið!«, skirvar Heini í Skorini, sum í greinini setir tunnilkjakið í annað perspektiv, enn tað vit hava sæð frá øllum politikarunum seinastu tíðina, har teir bara hava klandrast um, hvør skal gera tunlarnar – og als ikki hava tikið upp á tungu spurnignin, um samfelagið hevur ráð til hesar tunlar.
Lesið greinina hjá Heini í Skorini VIÐ AT TRÝSTA HER