Heldur fleiri Rúsur enn rúsdrekka í handlarnar

– Sirið Stenberg vil ikki hava rúsdrekka í handlarnar, so vil hon heldur hava fleiri Rúsur kring landið

– Eg haldi ikki, at vit vanligir handlar skulu sleppa at selja rúsdrekka -heldur ikki um tað so bara er øl og vín.

 

Tað heldur Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í heilsumálum, nú Løgtingið í næstum fer at hava aðalorðaskifti um okkara framtíðar rúsdrekka- og rúsevnapolitikk

 

 

Les eisini: Fáa nú høvi til at tosa um rúsdrekka og rúsevni

 

 

Og hon sigur, at hetta er eina og aleina út frá einum heilsuligum sjónarmiði, tí annars er hetta eit málsøki hjá Poul Michelsen, landsstýrismanni í vinnumálum.

 

– Skulu vit hugsa um fólkaheilsuna, er tað yvirhøvur semja um, at lættari rúsdrekka er t fáa fatur í, meiri fara fólk at drekka og tí heldur hon ikki, at rúsdrekka skal verða ein vanlig gerandisvøra, sum skal vera til sølu í vanligum handlum.

 

Hinvegin skilir hon væl sjónarmiðið um, at fólk skulu sær sjálvum ráða og at tey allarflestu duga sær hógv. Men so vil hon heldur hava, at Rúsan fær fleiri deildir kring landið enn at rúsdrekka verður ein gerandisvøra.

– Sjálvandi duga tey flestu sær hógv. Men tað eru eisini nógv, sum ikki duga sær hógv, og tey mugu vit eisini hugsa um.

 

Hagtølini vísa, at í miðal drekkur hvør føroyingur yvir 15 ár einar 6,4 litrar av reinum alkoholi um árið.

 

Men Sirið Stenberg sigur, at her eiga vit at hava í huga, at tað munnu vera fáa staðni um okkara leiðir, at tað er so stórur partur av fólkini, sum eru fráhaldsfólk og ikki smakka dropan. Og tað sigur okkum, at summi av teimum, sum drekka, drekka væl meiri enn 6,4 litrar um árið.

 

– Rúsdrekkapolitikkurin má miðað eftir at vera í javnvág ímillum tað fyribyrgjandi sjónarmiðið og sjónarmiðið um, at fólk skulu sjálvi hava frælsi til at ráða sær sjálvum, heldur hon.