Tveir av Føroya fremstu klædnasniðgevarum fáa nú høli mitt í hjartanum í Havnini at húsast í. Tað er greitt eftir býráðsfundin í Havn í gjárkvøldið.
Býráðið hevur lýst húsið í Tórsgøtu, har Skyn húsaðist, til leigu og tað var hampiliga stórur áhugi fyri hølunum Talan er um einar 270 fermetrar í trimum hæddum, har leigan er 1000 krónur fyri meturin um árið.
Í hesum sambandi søkti føroysku sniðgevararnir, Guðrun og Guðrun um at leiga miðhæddina til goymslu, verkstaða framsýningar og móttøkhøli til tíðindafólk og onnur vitjandi, og loftið skuldu brúkast til goymslu.
Samstundis er ein annar klædnasniðgevari, Soul Made, áhugaður í at leiga niðastu hæddina til handilsvirksemi, samstundis sum at ætlanin er at skipa fyri tiltøkum, bæði innandura og uttandura, eitt nú kafé og sølutorgi.
Samstundis var eisini áhugi at leiga húsið til eina nýmótans, indiska matstovu, har eisini eitt lítið spælipláss skuldi gerast til børn, ímeðan tey vaksnu eta.
Talan skuldi vera um eina matstovu við upprunaligum og dygdargóðum, indiskum mati, eisini fínari matgerð.
Og umsitingin í býráðnum mælti til at taka av tilboðnum um eina indiska matstovu, men tað vóru politikararnir ikki samdir í. Tìskil samdust býráðið við stórum meiriluta at leiga húsið til teir báðar sniðgevararnar, Guðrun & Guðrun og Soul Made.
Tað var bara Helena Dam á Neystabø, sum ikki atkvøddi fyri.