Heldur ein fittan mann enn ein idiot

5 teir bestu Tróndur Vatnhamar

Tróndur Vatnhamar hevur sum fótbóltsmálverji, útvarps- og sjónvarpsvertur gjørt nógv um seg. Men eisini í hondbóltinum er Tróndur ein profilur. Vit hava spurt buldribassan hjá H71, hvørjar fimm leikarar í Atlantic Airways kappingini, hann heldur vera teir bestu.

 
Hann setir dygdir sum tað at vera fittur og skítsvakur ovarliga á sínum lista yvir bestu spælararnar. Og tað sigur kanska eisini nakað um Trónd sjálvan. Rokaligur sum hann er, so hevur hann ofta fingið seg sjálvan í miðdepilin - ikki bara í sjónvarpinum. Útvísingar og reyð kort fyri kjaftaslit hava verið fleiri í tali, men kortini munnu tað vera fá, sum hava nakað beinleiðis ímóti vongspælaranum. Heldur man hann við innbygdu sjarmu síni sleppa avstað við nakað nógv meira, enn aðrir spælarar í landinum kunnu sleppa avstað. Ein sjarma, sum eisini man hava givið honum fleiri vinir enn óvinir bæði á og uttan fyri vøllin.
                     
Hóast F-orðini ganga við títtum millumbilum um varrarnar, so eru tó eisini stundir at geva liðnum eitt íkast á vøllinum. Hóast hann mangan hevur havt orð fyri at vera ov tungur og rundur, so er bóltførleikin framúr. Tað eru fáir vongspælarar í landinum, sum eru eins tryggir sum Vatnhamar, tá hann loypir inn av veinginum. Og í takt við at kilo'ini eru rapað av, er lopið vorðið tilsvarandi longri og hægri, soleiðis at hann í ár eisini hevur skorað fleiri hoppiskot eftir góðar yvirgongdir á vøllinum.

Kanska er tað eisini lærdómurin úr hesum, sum hevur fingið hann at ásanna, at hondbóltur í dag er eitt spæl, har leikferðin er í hásæti.

Í øllum førum heldur hann, at støðið í bestu hondbóltsdeildini er hækkað nógv seinnu árini. Hann flennur eitt sindur og sigur, at gamla gardan við Sverra Jacobsen, Hanus Joensen og Jógvan Martin Mørk hevði ikki klára fimm minuttir á vøllinum nú. »Teir høvdu blivið trill í ørviti«, sigur Tróndur prikandi.
 
Teir bestu
Tróndur sigur, at tann eginleikin, sum hann setur fremst hjá einum hondbóltsleikara, er, at hann er ein góður viðspælari. »Eg vil heldur hava ein fittan mann við síðuna av mær, enn ein idiot sum skorar nógv mál.«
Tróndur hevði ikki serliga trupult við at velja teir fimm leikararnar, ið hann helt vera teir bestu í Atlantic Airways kappingini. Hann er tó skjótur at viðmerkja, at hann sær seg sjálvan sum allar ringasta vong í Føroyum. Hóast vit bjóðaðu honum umhugsunartíð, so nevndi hann beinanvegin hesar fimm leikarar:
 
Á vinstra vongi Blagoje Buha, Neistin
Besti vinstrivongur í Atlantic Airways kappingini er Blagoje Buha hjá Neistanum. Hann er ótrúliga skotsikkur, stórtsæð 100%. Tað er tað, ið ein vongur skal. Eingin annar í Føroyum røkir hetta plássið betur. Harumframt er hann øgiliga fleksibul og kann spæla nógvastaðni á vøllinum.
 
Í málinum Marian Cirloganescu, StÍF
Besti málverji í Atlantic Airways kappingini er Marian Cirloganescu hjá StÍF. Hann er ein málverji, ið dugir væl at lesa spæli. Hann hevur nógva rutinu, og so bjargar hann stutt sagt nógvum skotum. Hetta er jú tað, ið ein málverji skal. Vit hava fleiri góðar málverjar í Føroyum, men eg haldi Marian man hava munin.
 
Á strikuni Janus Einar Sørensen, Kyndil
Á strikuni er Janus Einar Sørensen besti maður. Hann er góður fyri liðið. Hann loftar væl og kastar væl, ið jú eru sera týdningarmiklir eginleikar fyri liðið.
 
Á vinstra bakki Halgir Dahl Olesen, H71
Eg seti Halgir Dahl Olesen á vinstrabakk. Halgir er ein fantastiskur spælari. Eg spæli saman við honum, og veit tí, at hann eisini er ein fantastiskur liðspælari. Hann sleppur væl av við bóltin, og so skorar hann eisini sjálvur væl. Hann er somuleiðis góður í verjuni og er øgiliga stabilur.
 
Á miðvøllinum Høgni Klein, Kyndil
Á miðvøllin seti eg Høgna Klein úr Kyndli. Høgni er ein melduródn. Hann er fullkomiliga óttaleysur. Maðurin er lítil og spinkul, men skítsvakur í heysinum. Ein heilt ótrúliga góður hondbóltsleikari.