Heldur brenna fyri enn brenna út

Bergtóra H. Joensen

 

Stak harmiligt, um møguleiki ikki er fyri ískoytisútbúgving hjá sjúkrarøktarfrøðingum í Føroyum. Í fjør søktu meir enn 100 – so áhugin er avbera stórur.

Øll kunnu brenna út, missa arbeiðsgleðina. Tó eru sjúkrarøktarfrøðingarnir ein fakbólkur, sum serliga er í vanda fyri at brenna út, um tey ikki av og á fáa nýggjan fakligan íblástur. Hetta er serliga galdandi fyri teir fakbólkar, sum í stóran mun nýta sjálvan seg í arbeiði sínum. Talan kann eisini vera um millum annað: námsfrøðingar, sosialráðgevar, lærarar, heilsuá –og atstøðingar.

Faklig menning, virðing og tað at kenna seg ‘ílatnan’ til at loysa eina uppgávu er neyðugt, um fólk skulu varðveita arbeiðsgleðina – áhaldandi brenna fyri, heldur enn at brenna út í mun til arbeiðsøkið sítt. Tað eru júst eftir –og ískoytisútbúgvingar, sum eisini skapa fakliga menning, ‘letur arbeiðsmegina í’ og fær starvsfólk at varðveita arbeiðsgleðina.

 

Umsorgan og besta røktin í vanda?

Las herfyri eina analysu, sum vísti á, at heitar hendur fóru at resta í alla staðni í norðurlondum um heilt fá ár – fleiri eldri og færri arbeiðsførar hendur.Góðir eftirútbúgvingarmøguleikar er avgjørt eitt sum eggjar fólki at søkja eitt starv, umframt at eftirútbúgving á heilsuøkinum er neyðug, um vit skulu tryggja øllum bestu røktina.

Í Føroyum verða fólk innløgd oftari og longri enn í londunum, sum vit blivu samanborin við í Valconkanningini. So ikki minst her er brúk fyri heitu hondunum, um ætlanin er, at verandi mynstur skal halda áfram.

Talið á pensjónistum í Føroyum er um fá ártíggju trífaldað. Og heitu hondunum í umsorganarøkinum er serliga tørvur á jú eldri fólk gerast – tí jú eldri vit verða – størri tørv hava vit á hjálp frá umsorganarøkinum.

 

Hvør skal rinda?

Landið eigur avgjørt at eggja og kveikja uppundir ískoytis -og eftirútbúgvingar. Ja, útbúgvingarøkið sum heild. Men kanska tíðin eisini er búgvin, at størri krøv verða sett til arbeiðsgevarar um frí við løn til viðkomandi eftirútbúgving? Og kanska yrkisfeløgini eisini í størri mun enn í dag eiga at birta uppundir, at limir teirra støðugt eftiutbúgva seg? Veit væl at fleiri yrkisfeløg leggja stóra orku í júst hetta økið. Men kanska eitt áhugavert evni at viðgera eisini til sáttmálasamráðingar hjá enn fleiri - Haldi avgjørt, at vit her hava eina felagsábyrgd.