Hekla er elsta bilfyritøka í Íslandi

Hekla, sum er elsta bilfyritøka í Íslandi, varð stovnað fyri 75 árum síðan, í 1933. Fyritøkan hevur spesialiserað seg í sølu og service av bilum og maskinum

Reykjavík: Bil-og maskinfyritøkan Hekla umboðar bilmerkini Volkswagen, Audi, Skoda, Mitsubishi, Scania, umframt Caterpillar maskinur, Hiab kranar og Goodyear dekk. Fyritøkan hevur seinastu árini selt umleið 2.500 nýggjar bilar um árið og nakað tað sama av brúktum.


Hekla hevur høvuðssætið í einum 12.500 fermetra stórum bygningi á Laugavegi í Reykjavík. Fyritøkan hevur annars umboð og tænastur í øllum teimum størru býunum í Íslandi.


Forstjóri í Hekla er Knútur G. Hauksson, sum í eitt tíðarskeið var stjóri í Samskip í Føroyum.