Hekk í bili

Fríggjadagin skal tann 21 ára gamli Afahan Mohammed Hussein fyri rættin í Birmingham í Onglandi, har hann er ákærdur fyri óviljað manndráp og fyri at vera rýmdur frá einum vanlukkustaði. Ákæran hevur samband við ein tilburð í august í 2004. Á ein ella annan hátt kom ein tvey ára gamal smádrongur at hanga fastur í bilinum hjá Afahan Mohammed Hussein, men ístaðin fyri at steðga koyrdi hann einar 300 metrar við dronginum hangandi aftan fyri bilin. Tá loysnaði drongurin, men Afahan steðgaði ikki. Tann lítli drongurin bleiv fluttur á sjúkrahús, men doyði stutt eftir.